20. mai 2026

OPEN CALL: Íkast til Demokratifestivalin fyri børn 2027

Norðurlandahúsið í Føroyum bjóðar listafólki, skapandi fólki, námsfrøðingum, felagsskapum og eldsálum, ið arbeiða við mentan í Norðurlondum at koma við íkasti til okkara Demokratifestival fyri børn í døgunum 24.–28. februar 2027.

Demokratifestivalurin í mars 2026 var sera væl móttikin og høvdu tey vitjandi alstóran áhuga og ágrýtni. Nú kundu vit hugsað okkum at ment festivalin enn meira.

Vit leita eftir
Festivalurin leggur dent á fólkaræði, felagsskap, samstarv og røddina hjá barninum. Vit leita eftir verkætlanum, sýningum, framsýningum og listaligum verkætlanum, ið kanna og miðla hesi evni listaliga og samvirkandi.

Sum dømi kunnu nevnast kreativar verkstovur, fólkaræðisverkstovur, framførslur, tónleik, innsetingar ella verkstovur, har børn menna sítt egna úttrykk. Vit eru áhugað í verkætlanum, ið viðgera rættvísi, talu- og skrivifrælsi, margfeldi og samstarv -  ítøkiliga ella talgilt, lokalt ella norðurlendskt.

Í ár eru vit serliga áhugað í verkætlanum, ið fáast við miðlar í víðari merking. Høvuðsmálbólkurin á festivalinum eru børn í aldrinum 6 - 13 ár.

Verkætlanin skal verður liðug. Vit eru ikki áhugað í hugskotum ella verkætlanum, ið eru í gerð.

Sendið inn sum PDF skjal

  • Stutta lýsing av verkætlanini og fyriskipara (í mesta lagi 1 síðu)
  • Málbólk (aldur)
  • Mál (enskt, skandinaviskt ella føroyskt)
  • Tørvir (praktisk viðurskifti sum høli, tekniska útgerð, tíð/longd o.a.)
  • Fíggjarætlan, sum vísir
    • minstu samsýning
    • tal á ferðandi
    • hvaðani tit ferðast
    • møguligan stuðul til partar av miðlingini
  • Kontaktupplýsingar

Send til: nlh@nlh.fo við yvirskriftini: “Open call Demokratifestival”

Umsóknarfreist: 1. juli

Vit gleða okkum at frætta frá tær um títt íkast til demokratifestivalin fyri børn!

Tú fært svar frá okkum í seinasta lagi 31. august.

Upp aftur