OPEN CALL: Demokratifestivalur fyri børn
Norðurlandahúsið bjóðar listafólki, skaparum, námsfrøðingum, feløgum og ágrýtnum mentanararbeiðarum, sum eru búsitandi í Norðurlondum, at skipa fyri verkstovu, framførslu, framsýning ella listaverkætlan í sambandi við komandi Demokratifestivalin fyri børn 18. - 22. mars 2026.
Festivalurin leggur dent á týdningin av fólkaræði, felagsskapi, samstarvi og røddini hjá barninum.
Dømi um uppskot eru kreativar verkstovur, fólkaræðisverkstovur, framførslur, tónleikur, installatiónir ella verkætlanir, har børn skapa sítt egna úttrykk. Alt, sum viðger rættvísi, framsøgn, margfeldi og samstarv, fysiskt ella talgilt, lokalt ella norðurlendskt.
Høvuðsmálbólkurin er børn millum 3 og 13 ár.
Verkætlanin skal vera fullfíggjað. Vit søkja ikki uppskot, sum enn eru í menning, ella ófullfíggjað konsept.
Lat inn sum PDF:
- Stutta lýsing av verkætlanini og fyriskipara (í mesta lagi 1 síðu)
- Málbólk (aldur)
- Mál (enskt, skandinaviskt ella føroyskt)
- Tørvir (ymiskt praktiskt, sum høli, tekniska útgerð, tíð/longd o.a.)
- Fíggjarætlan (sum hevur upplýsingar um minstu samsýning og tal á ferðafólki, og um tú/tit hava stuðul til part av miðlanini)
- Kontaktupplýsingar
Send til: nlh@nlh.fo við yvirskriftini: Open call Demokratifestivalur
Freist: 15. desember
Vit gleða okkum at hoyra frá tær og um títt íkast til Demokratifestivalin fyri børn!
Øll fáa svar áðrenn 12. januar.