Norðurlandahúsið í Føroyum
Vælkomin í Norðurlandahúsið,
ein mentanarstovnur hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum
Vígt: 8. mai 1983
Arkitektar: Ola Steen (NO) og Kollbrún Ragnarsdóttir (IS)
Møblar: Alvar Aalto (FI)
Evsti myndugleiki: Norðurlendski Ráðharrastovnurin
Fermetrar: 2407
Árlig tiltøk: umleið 400
Árlig vitjandi: umleið 120.000
Norðurlandahúsið er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við eini fjølbroyttari skrá, sum fevnir um tónleik, bókmentir, leiklist, film, myndlist, fyrilestrar, ráðstevnur v.m.
Fremsta uppgáva Norðurlandahúsins er at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og at útbreiða og styrkja føroyska list og mentan í Norðurlondum. Hvørt ár eru vit við til at skipa fyri fleiri festivalum so sum barna-, film- og jazzfestivali umframt bókadøgum og FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum.
Forhøllin er hjartað í húsinum. Úr forhøllini sleppur tú í hini rúmini og til upplivingar í húsinum. Millum grønar plantur og norðurlendsk dagbløð og barnabøkur kunnu gestir slappa av, arbeiða ella njóta eina góða máltíð í okkara kafé “Systrar”.
Í forhøllini møtast Norðurlondini í eini byggilistaligari heild, og samleiki Norðurlandahúsins verður borin fram við møblum úr Finnlandi, gróti úr Noregi, viði úr Svøríki, stáli og glasi úr Danmark og takkonstruktión úr Íslandi. Og ovast: Takið við føroyskum flagi.
Norðurlendsk list bjóðar seg fram longu uttan fyri húsið, har fleiri listaverk hava sítt fasta pláss. Har ber til at síggja keramisku súluna hjá Erik Nyholm (DK), skemtiligu seyðirnar hjá Bernhard Lipsøe (DK), kraftarmiklu steinmyndina hjá Tróndi Paturssyni (FO), abstraktu betongmyndina hjá Ívari Vargarðssyni (IS), máttmikla grindadrápið hjá Hans Paula Olsen (FO) og organiska, fullfíggjaða sirkulin hjá Guðrið Poulsen (FO).
Høvuðssalurin, Høllin, er ein altjóða viðurkend konserthøll við fyrsta floks ljós,- ljóð og filmsútgerð. 400 fólk kunnu sita í Høllini, men hølið kann eisini skapast til eina Stórhøll við at draga tær stóru hurðarnar inn til Klingruna frá. Í Stórhøll kunnu vera umleið 900 fólk.
Klingran er eitt ljóst og vakurt høli við bleytum og máttmiklum linjum, sum snúgva seg runt í rúminum og við avbera góðum útsýni yvir býin.
Dansistovan er full av søgu og søgum. Tann dárandi Dansistovan er bygd til føroyskan dans, og um veturin er føroyskur barnadansur hvørja viku. Hølið er eisini væl egnað til framsýningar, fundir, fyrilestrar, filmsýningar o.s.fr.
Í Skálanum er arkitektururin einfaldur og klassiskur. Hølið er lagaligt og liðiligt og egnar seg til nógv ymiskt - frá ráðstevnum og stroyming til sjónleik og framsýningar.
Norðurstova er eitt friðarligt rúm, har væl ber til at hugsavna seg. Hølið er ljóst og opið, men kann eisini myrkaleggjast og verða hugnaligt og inniligt.
Í Eysturstovu og Vesturstovu er møguleiki fyri bólkaarbeiði og smærri fundum.
Tilbygningurin, sum fevnir um Skálan, Norðurstovu, Eysturstovu og Vesturstovu, varð liðugur í 2008.
Danska vinnugreinafelagið HORESTA hevur flokkað Norðurlandahúsið við 5 stjørnum sum ráðstevnudepil.
Tað er ókeypis at vitja Norðurlandahúsið, men atgongumerki krevst til ymisk tiltøk.