Kundi tú hugsað tær at verið við at sett sjóneykuna á skiftisárini?
Vit sóknast eftir konum í aldrinum 45–65 ár til sýningina When the Bleeding Stops.
Sýningin When the Bleeding Stops brýtur tøgnina og tað tabu, ið er um skiftisárini - og kannar, hvussu tað er at eldast sum kona.
Kundi tú hugsað tær at verið við?
Vit sóknast eftir føroyskum konum í aldrinum 45 og 65 ár, ið eru í skiftisárunum, og sum hava hug at greiða øðrum frá hesum undir listarligum kørmum - bæði persónliga og fysiskt.
Hvat skalt tú gera?
Tú skal vera við í dansi - frammanfyri myndatóli og á palli.
Ikki er neyðugt við nøkrum dansiroyndum. Tað er eingin trupulleiki, um hetta er fyrstu ferð, tú dansar!
Hesar dagar skalt tú seta kross í kalendaran:
Síðst í august: Byrja á netinum.
2. oktober kl. 17–20: Verkstova í Norðurlandahúsinum
3. oktober kl. 20.00: Sýningin verður í Norðurlandahúsinum
Soleiðis meldar tú til:
Send okkum eina stutta lýsing av tær sjálvari + eina mynd av tær til nlh@nlh.fo. Skriva "Open call: When the Bleeding Stops" sum evni í teldupostin.
Freist
Send okkum ein teldupost í seinasta lagi 22. august 2025.
Íslendska Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, sum er koreografur, hevur gjørt sýningina When the Bleeding Stops, og verður hon á skrá sum partur av VERK – Nordic Stage Days.