29. apríl 2026

Kom og kappast í tónleikakappingini Pan-ArcticVision

Almenn innbjóðing

Freist: 20. mai 2026

Pan-ArcticVision er ein tónleikakapping fyri londini í Arktis. Um tú ert sangari ella tónleikari, hevur tú nú møguleika at umboða Føroyar í einari altjóða tónleikakapping, sum Guðrið Hansdóttir, Ester Skála og Dóttir hava luttikið í í 2023, 2024 og 2025. 

Pan-ArcticVision er einastandandi høvi at koma saman, knýta bond og styrkja Arktis – ein sýningargluggi við arktiskum tónleiki og arktiskum veruleikum – ein framsýning av arktiskari styrki, erni, mátti og megi.

Í ár verður Pan-ArcticVision-kappingin hildin í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 2. oktobur og verður stroymd beinleiðis til hyggjarar í øllum Arktis.

Pan-ArcticVision leitar eftir hesum:

Tónleikurin
Títt íkast kann vera ein sangur, eitt lag, rapp, kompositión ella okkurt annað, sum tú (ella møguliga fleiri) fáa framført beinleiðis á palli. Mesta loyvda longdin á tónleikaíkastinum er 4 minuttir.

Sjóneykan á Arktis
Sjálvt um kappingin eitur Pan-ArcticVision, leita vit ikki eftir eyðkenda Eurovision-sangstílinum. Pan-ArcticVision leggur dent á mentanirnar í ymisku økjunum í Arktis; hvussu tær líkjast og hvussu tær bróta frá hvørjari aðrari. Vit vilja fegin hoyra sangir á tykkara móðurmáli (t.e. ikki á enskum hjá teimum, ið ikki hava enskt sum móðurmál), siðbundna tónleikamentan, og hvussu tónleikastílar verða blandaðir í ymisku økjunum. Vit vilja fegin hoyra tekstir, sum snúgva seg um viðurskifti í tínum parti av Arktis og um norðurlendsk viðurskifti – politisk mál eru eisini vælkomin! Vit leita eftir góðsku, men eingin avmarking er til tónleikaslag, aldur, hugsjón ella lívsáskoðan – eisini avantgarde-stílurin er vælkomin. Gerið okkurt serstakt!!

Tónleikauppskotini eiga at sendast inn saman við
- Leinki/leinkjum til upptøkur, tit áður hava gjørt av tónleikinum/sanginum, tit senda inn
- Einari lýsing av tínum hugskoti til Pan-ArcticVision-Contribution (bert um tú hevur eitt slíkt hugskot)
- Nakrar reglur um teg og títt samband við Arktis (tína mentanarligu og professionellu bakgrund)
- Einari mynd av tær

Metingarnevnd
Tín upptøka verður mett av einari nevnd, sum er mannað við staðbundnum fólki og umboðum fyri Pan-ArcticVision (metingarnevndin kann eisini velja luttakarar beinleiðis, seta seg beinleiðis í samband við umsøkjarar ella biðja listafólk um at søkja).

Freist: 20. mai 2026

Tá tú skalt senda inn, vitja panarcticvision.org

Um tú verður tann hepni/hepna
So skalt tú framføra í Norðurlandahúsinum fyri einari fjøld av áhoyrarum 2. oktobur 2026. Kappingin verður stroymd beinleiðis í øllum Arktis.

Eisini hittir tú nógvar eldhugaðar og dugnaligar luttakarar úr øllum Arktis, og hartil koma tit at framføra eitt lag saman.

Harumframt ert tú við í einum sjónbandi, sum kunnar um teg, og hvaðani tú ert. Upptøkurnar verða gjørdar av einum upptøkuliði á staðnum (ella tú filmar tær sjálv/-ur).

Tú verður við í nøkrum felags tiltøkum og venjingum í døgunum undan 2. oktobur.

Ferðing, gisting og matur verður goldin av fyriskiparunum (fyri í mesta lagi 2 luttakarar). Bólkar fáa 1500 evrur í samsýning, og einstaklingar 1000 evrur.

Hetta verður einastandandi gott høvi at knýta nýggj arktisk samstørv og sambond, at fáa nógva eksponering út til eina altjóða norðurlendska fjøld og miðlar, eins og at vera partur í einari djarvari og spennandi ferð.

–  Amund Sjølie Sveen, listafólk & tónleikari, stjóri Pan-ArcticVision.

Vit frásiga okkum ábyrgd
Pan-ArcticVision er eitt almannagagnligt tiltak, sum er rikið av listafólkum. Vit samstarva við dugnaligar samstarvsfelagar í einum framúrskarandi góðum arktiskum felagsskapi. Vit duga væl at finna loysnir til avbjóðingar, tó at vit stundum hava avbjóðingar við fígging, útgerð, veðri o.s.fr. Men tá vit hjálpa hvørjum øðrum, megna vit at fyriskipa kappingina og halda fram við visjónini um Pan-Arctic! Vit gera hetta, tí vit vilja broyta heimin.

NORDTING eigur og samskipar Pan-ArcticVision. NORDTING er The Northern Assembly, framleitt í samstarvi við aðrar lokalar myndugleikar á staðnum.

Verkætlanin er fíggjað av m.a. Norsk kulturråd.

 

Upp aftur