11. apríl 2024

Kom og kappast í tónleikakappingini Pan-ArcticVision

Almenn innbjóðing

Freist: 15. mai, 2024

Pan-ArcticVision er ein tónleikakapping fyri londini í Arktis. Um tú ert sangari ella tónleikari, hevur tú nú møguleika at umboða Føroyar í einari altjóða tónleikakapping.

Pan-ArcticVision er einastandandi høvi at koma saman, knýta bond og styrkja Arktis; ein sýningargluggi við arktiskum tónleiki og arktiskum veruleikum; ein framsýning av arktiskari styrki, erni, mátti og megi.

Í ár verður Pan-ArcticVision-kappingin 12. oktobur í Kalaallit Nunaat (Grønlandi) og verður stroymd beinleiðis úr Nuuk til hyggjarar í øllum Arktis.

Pan-ArcticVision leitar eftir

Tónleikurin
Títt íkast kann vera ein sangur, eitt lag, rapp, komposition ella okkurt annað, sum tú (ella møguliga fleiri) fáa framført beinleiðis á palli. Mesta loyvda longdin á tónleikaíkastinum er 4 minuttir.

Sjóneykan á Arktis
Sjálvt um kappingin eitur Pan-ArcticVision, leita vit ikki eftir eyðkenda Eurovision-sangstílinum. Pan-ArcticVision leggur dent á mentanirnar í ymisku økjunum í Arktis; hvussu tær líkjast og hvussu tær bróta frá hvørjari aðrari. Vit vilja fegin hoyra sangir á tykkara móðurmáli (t.e. ikki á enskum hjá teimum, ið ikki hava enskt sum móðurmál), siðbundna tónleikamentan og hvussu tónleikastílar verða blandaðir í ymisku økjunum. Vit vilja fegin hoyra tekstir, sum snúgva seg um viðurskifti í tínum parti av Arktis og um norðurlendsk viðurskifti - politisk mál eru eisini vælkomin! Vit leita eftir góðsku, men eingin avmarking er til tónleikaslag, aldur, hugsjón ella lívsáskoðan - eisini avant garde stílurin er vælkomin. Gerið okkurt serstakt!!

Krav til luttakararnar
Av tí at vinnararnir skulu ferðast ein langan tein - og slík ferð er sera kostnaðarmikil í arktiska økinum, mugu vit avmarka kappingina til einstaklingar ella bólkar við tveimum (um tit eru ein bólkur við fleiri tónleikarum, sum fegin vil luttaka, tosið við okkum! - kanska finna vit tónleikarar í Nuuk, sum kunnu spæla saman við tykkum, ella kanska ber til saman at finna eyka stuðul til ferðina?).

Tónleikauppskotini eiga at sendast inn saman við
- Leinki/leinkjum til upptøkur, tit áðrenn hava gjørt av tónleikinum/sanginum, tit senda inn
- Einari lýsing av tínum hugskoti til Pan-ArcticVision-Contribution (bert um tú hevur eitt slíkt hugskot)
- Nakrar reglur um teg og títt samband við Arktis (tína mentanarligu og professionellu bakgrund)
- Einari mynd av tær

Metingarnevnd
Tín upptøka verður mett av einari nevnd, sum er mannað við staðbundnum fólki og umboðum fyri PanArcticVision (metingarnevndin kann velja luttakarar beinleiðis, seta seg beinleiðis í samband við umsøkjarar ella biðja listafólk um at søkja).

Freist: 15. mai 2024

Tá tú skalt senda inn, vitja: https://www.panarcticvision.org/opencall2024

Um tú verður tann hepni/hepna
So skalt tú til Nuuk í Grønlandi at framføra títt tónleikaíkast fyri einari fjøld av áhoyrarum 12. oktobur 2024. Kappingin verður stroymd beinleiðis í øllum Arktis.

Eisini hittir tú nógvar eldhugaðar og dugnaligar luttakarar úr øllum Arktis, og tú kemur at framføra eitt lag saman við teimum.

Harumframt ert tú við í einum sjónbandi, sum kunnar um teg og hvaðani tú ert. Upptøkurnar verða gjørdar av einum upptøkuliði á staðnum (ella tú filmar tær sjálv/-ur).

Tú verður somuleiðis við í nøkrum sosialum tiltøkum og venjingum í døgunum undan 12. oktobur. Set dagarnar 6. oktobur - í minsta lagi 13. oktobur av til túrin.

Ferðing, gisting og matur verður goldin av fyriskiparunum (fyri í mesta lagi 2 luttakarar). Tú fært 1500 evrur/bólk í samsýning (1000 evrur fyri einstakling).

Hetta verður einastandandi gott høvi at knýta nýggj arktisk samstørv og sambond, at fáa nógva eksponering út til eina altjóða norðurlendska fjøld og miðlar, eins og at vera partur í einari djarvari og framúrskarandi ferð.

«If you want to win fortune and fame and a golden first prize, I would recommend you to look elsewhere. But if you are ready for new adventures, building a Pan-Arctic community, meeting new friends and colleagues; if you want to challenge the understanding of the North, if you want to share your music and bring power, pride and independence to the North - then the PanArcticVision is the perfect place for you!»

-  Amund Sjølie Sveen, listafólk & tónleikari, stjóri PanArcticVision

Vit frásiga okkum ábyrgd
Pan-ArcticVision er eitt almannagagnligt tiltak, sum er rikið av listafólkum. Vit samstarva við dugnaligar samstarvsfelagar í einum framúrskarandi góðum arktiskum felagsskapi. Vit duga væl at finna loysnir til avbjóðingar, tó at vit stundum hava avbjóðingar við fígging, útgerð, veðri o.s.fr. Men tá vit hjálpa hvørjum øðrum, megna vit at fyriskipa kappingina og halda fram við visjónini um Pan-Arctic! Vit gera hetta, tí vit vilja broyta heimin.

NORDTING eigur og samskipar Pan-ArcticVision. NORDTING er The Northern Assembly, framleitt í samstarvi við Katuaq - mentanardepil í Nuuk, og KNR - Kalaallit Nunaata Radioa (grønlendska kringvarpið). Verkætlanin er fíggjað av m.a. Norsk kulturråd.

panarcticvision.org
nordting.no

Upp aftur