09. september 2019

Dreymurin gerst veruleiki

30. august var stór grein í Sosialinum um føroyskt/donsku Rebekku Vestergaard Mortensen, sum droymir um at spæla í Føroyum við bólkinum hjá sær We at Sea. Nú verður dreymur hennara veruleiki, tí seinni hendan mánaðin skulu tey á konsertferð í Føroyum saman við íslendsku Sóley.

We at Sea spælir tónleik, sum er sorgblíður sigur vøkrar og inniligar søgur. Stóra, kensluborna og nærverandi røddin hjá Rebekku fær friðin at leggja seg yvir ta einklu og vøkru ljóðmyndina, sum bólkurin skapar. We at Sea fær íblástur frá øðrum norðurlendskum kvinnuligum sangarum og sanskrivarum sum Oh Land, Feist, Ane Brun og Eivør, og hetta hoyrist væl aftur í teirra droymandi og hugvekjandi úttrykki.


We at Sea eru beint nú aktuell við tveimum singlum, sum javnan eru at hoyra í bæði føroyskum og donskum útvarpi. Á aðrari, Disappear, er Marius Ziska gestasangari.
We at Sea hita upp fyri íslendsku stjørnuna Sóley á trimum konsertum: fríggjadagin 20. september í Listastovuni í Miðvági, leygarkvøldið 21. september í Spaniastovu í Klaksvík og sunnudagin 22. september í Norðurlandahúsinum í Havn.

Upp aftur