29. mai 2020

Boð til listafólk: Kom og halt summarskeið

Norðurlandahúsið vil hervið bjóða øllum listafólki o.ø. at halda summarskeið fyri børnum og ungum í tíðarskeiðnum 29. juni – 24. juli.


Nú vit flest øll skulu vera heima í summar, og summarferian er longd við einari viku, fer Norðurlandahúsið at gera ein gamlan dreym til veruleika, og hava ymiskt summarvirksemi til børn og ung.


Hevur tú eitt gott hugskot til eina verkstovu ella eitt skeið fyri til hesi? So vil Norðurlandahúsið sera fegið hoyra um tað. Allar listagreinar eru vælkomnar umframt annað virksemi (t.d. tøkni, politikkur osfr). Fyrimunur er, um verkstovan/skeiðið hevur ein norðurlendksan vinkul, men hetta kann tulkast sera breitt.


Norðurlandahúsið letur samsýning til fyriskipararnar umframt høli og annað.


Meira kann lesast um treytir, umsóknarmannagongd o.a. á https://www.nlh.fo/events/summarskeid-2020/


Umsóknarfreistin er á midnátt 14. juni.

Upp aftur