29. august 2023

Almenn upptøkuroynd: Søkt verður eftir ungum tannáringi (drongi, 14-17 ár) til eitt hoyrispæl

Norðurlendski leikbólkurin Convoi Exceptionnel fer í samstarvi við Norðurlandahúsið at seta eitt hoyrispæl upp í Føroyum komandi ár. Í hesum sambandi sóknast bólkurin eftir einum ungum føroyskum drongi um 14-17 ára aldur at vera føroyska forteljararøddin.

Ljóðforteljing
Tú ert ein dagur í morgin (Du er en dag i morgen) er eit hoyrispæl um ein mann, sum minnist aftur á skúlatíð sína - ein tíð, sum var merkt av bæði happing og skelkandi tilburðum. Áhoyrararnir sita í einum flokshøli inni í einum skúla og uppliva frásøgnina gjøgnum oyratelefonir.

Framførslan er í 45 minuttir, og í 30 av hesum minuttunum er forteljararøddin ein ungur tannáringur. Tað er hesari rødd, sum leikbólkurin sóknast eftir.

Føroyskur frásigari
Bólkurin leitar eftir einum tannáringi (drongi, 14-17 ár), sum tosar føroyskt raðið. Hann skal ikki spæla sjónleik, bert spæla røddina inn. Hetta er lønt arbeiði.

Tað er eitt krav, at hann dugir at arbeiða sjálvstøðugt, lurta eftir boðum og vegleiðingum, og at hann dugir at læra tekst uttanat.

Upptøkurnar verða í Tórshavn í døgunum 6.-7. oktobur og so aftur 9.-13. oktobur. Harumframt verður ein roynd við upplestri frammanfyri leikstjóranum.

Umsókn
Er tað tær, tey leita eftir? Send eina umsókn til Nikoline Jørgensen, sum er framleiðari, á nikolinesmail@gmail.com. Skriva eitt sindur um teg sjálvan, um tú hevur royndir við at spæla ljóð inn ella kanska hevur royndir við at arbeiða við teksti. Tá tú hevur sent umsóknina inn, fært tú ein tekst sendandi, sum tú skalt lesa upp, taka upp og senda aftur, so at leikbólkurin kann lurta eftir tínari rødd og meta hana.

Umsóknarfreist: 10. septembur

Tú kanst lesa meira um Convoi Exceptionnel her.

Upp aftur