Norðurlandahúsið hevur nógv møgulig samstarvsøki bæði fyir listafólk, fyriskiparar og vinnulív. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum bæði við stórum og smáum hugskotum, at spyrja um vegleiðing, ella hvussu tú fært gjørt hugskotini til veruleika, Vit skipa sjálvi fyri tiltøkum, samstarva við onnur tiltøk, ella leiga út okkara høli til virkir og tiltøk.

Ynskir tú at samstarva við okkum um tiltøk, sum skulu fara fram í Norðurlandahúsinum, ella hevur tú hugskot um nakað, sum skal fara fram í Norðurlondum við føroyskari luttøku, ella í altjóða samstarvi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit svara øllum fyrispurningum, sum Norðurlandahúsið fær, so skjótt sum gjørligt.

Vit eru áhugaði í at røkka nýggjum áhugabólkum og spegla nýggj mentanarútrykk,  og við hesum økja áhugan fyri norðurlendskum mentanarsamstarvi hjá einum breiðari bólki av fólkum og felagsskapum.

Vit vegleiða um ymskar norðurlendskar stuðulsgrunnar. Tað kanst tú lesa meiri um her

Norðurlandahúsið er við í samstarvinum um Listaleypin. Listaleypurin er eitt tilboð til føroyskar barnaskúlar, sum hevur til endamál at bjóða øllum næmingum í Føroyum eitt úrval av listaligum upplivingum í teirra skúlaumhvøri. Allar listagreinir og listafólk er vælkomin at søkja. Les meira á teirra heimasíðu um treytir og tíðarfreistina at søkja

«Loftbrúgvin» er eitt samstarvstiltak fyri føroyskum listafólkum, sum vilja miðla teirra list uttanlands.  Hesi kunnu fáa stuðul til flogferð til og úr Føroyum. Hetta er eitt samstarv millum Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Les meira á heimasíðuni um treytir og umsóknarfreistir. Aðalmálið hjá Norðurlandahúsinum er at verða tann týdningarmiklasti mentanardepil í Føroyum, og og at vera eitt stað, har fólk kunnu hittast í einum skapandi umhvørvi. Vit skulu breiða út týdningarmestu norðurlendska mentanina í  Føroyoyum og føroyska mentan í hinum Norðurlondunum. Vit skulu geva okkara ískoyti til, at børn og ung hava eitt pláss  í  norðurlendska mentanarsamstarvinum.

Vit skulu við okkara virksemi gera okkara til, at Norðurlendski Ráðharrastovnurin fremur sína politisku raðfestingar viðv. norðurlendska mentanarsamstarvinum, visión 2030 og horisontalu framtíðarætlanirnar hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum, sum snúgva seg um javnstøða, børn og ung, burðarda menning og Agenda 2030

Upp aftur