11. oktober 2019

Sjálvboðin í Føroyum?

Ert tú ein áhugaður sjálvboðin , so er tað tær, vit leita eftir! 

Vit vilja fegin verða við til at hjálpa tær, sum arbeiðir sum sjálvboðin, óansæð aldur og øki, og sum kann fáa møguleikan at fara á skeið, ráðstevnur elle netverksfund í einum norðurlendskum landi. 

Vit kunnu stuðla tær við upp til kr 2.700 til ferðina. 

Skriva til okkum á nlh@nlh.fo og sig okkum, hvørjum tú ynskir at luttaka í, og hví tað er týdningarmikið fyri teg at fara avstað,  og hvat tú vónar at hava við tær aftur til Føroya. 

Vit svara, so hvørt fyrispurningarnir koma inn, um tú skal fáa stuðul. Tey, sum fáa stuðul, fáa peningin útgoldnan, tá ið kvittan fyri ferðina fyriliggur á maili. 

Nevn mailið við: Sjálvboðin í Norðanlondum 

Peningurin er avmarkaður. Umleið 12 fólk kunnu gera nýtslu av møguleikanum. 

Upp aftur