30. apríl 2020

Norðurlandahúsið og Systrar lata upp aftur

Mánadagin 4. mai letur kafein Systrar í Norðurlandahúsinum uppaftur. Í fyrstu atløgu verður latið upp varliga - kafein er opin kl. 9.00 – 14.00 yrkadagar, og leygardagar eru brunch plattar at fáa kl. 10.00 -14.00. Sunnudagar er fyribils stongt.  

Norðurlandahúsið er stórt, og rúm er fyri at halda fjarstøðu millum kundar og starvsfólk, men tað ber eisini til at bíleggja matin út við.

Pakkarnir, sum kunnu bíleggjast út við eru hesir:
• Vistfrøðiligir morgunmatarplattar - 89 krónur (Morgunomelet, nýbakaðir bollar, ostur, súltitoy, humus, pesto og nýgjørt djússkot)
• Dagsins vistfrøðiligi rættur - 120 krónur (Dagsins rættur við salat, humus og pesto og eitt nýgjørt djússkot)
• Dagsins vistfrøðiligi matpakki - 110 krónur (Dagsins tvíflís við heimabakaðum breyði, feskum rávørum, nýrørdum pesto og humus og okkurt søtt omaná.)

Til ber at bíleggja umvegis facebook síðuna ella við at ringja á  535455.

Lesið meira um matskrá og Systrar á heimasíðuni systrar.fo og á facebooksíðuni Systrar.

 

Fríløtan

Sum nakað nýtt fara Systrar at skipa fyri hugnaløtu hvønn fríggjadag, har møguleiki er at fáa sær eitt lætt ábit og okkurt at drekka afturvið aftaná arbeiðstíð.

Fríløtan - sum tiltakið eitur - verður hvønn fríggjadag kl. 16.00 - 18.00.

Fyrstu ferð verður fríggjadagin 15. mai 2020.

 

Upplatingartíðir hjá Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið verður frá 4. mai fyribils opið soleiðis: 

Yrkadagar: 9.00-15.00

Leygardag: 10.00-15.00

Sunnudag: stongt

Móttøkan verður opin yrkadagar frá 9.00-15.00.

Samband við húsið fæst við at senda teldupost á nlh@nlh.fo

 

Upp aftur