15. september 2020

Norðurlandahúsið í Føroyum

Vælkomin í Norðurlandahúsið, 

ein mentanarstovnur hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum 

 

Vígt: 8. mai 1983 

Arkitektar: Ola Steen (NO) og Kollbrún Ragnarsdóttir (IS) 

Møblar: Alvar Aalto (FI) 

Evsti myndugleiki: Norðurlendski Ráðharrastovnurin 

Fermetrar: 2407 

Árlig tiltøk: umleið 400 

Árlig vitjandi: umleið 120.000 

 

Norðurlandahúsið er eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við eini fjølbroyttari skrá, sum fevnir um tónleik, bókmentir, leiklist, film, myndlist, fyrilestrar, ráðstevnur v.m 

Fremsta uppgáva Norðurlandahúsins er at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og at útbreiða og styrkja føroyska list og mentan í Norðurlondum. Hvørt ár eru vit við til at skipa fyri fleiri festivalum so sum barna-, film- og jazzfestivali umframt bókadøgum og FMA - Føroysku Tónlistavirðislønunum. 

Forhøllin er hjartað í húsinum. Úr forhøllini sleppur í hini rúmini og til upplivingar í húsinum. Millum grønar plantur og norðurlendsk dagbløð og barnabøkur kunnu gestir slappa av, arbeiða ella njóta eina góða máltíð í okkara kaféSystrar”. 

Í forhøllini møtast Norðurlondini í eini byggilistaligari heild, og samleiki Norðurlandahúsins verður borin fram við møblum úr Finnlandi, gróti úr Noregi, viði úr Svøríki, stáli og glasi úr Danmark og takkonstruktión úr Íslandi. Og ovast: Takið við føroyskum flagi. 

Norðurlendsk list bjóðar seg fram longu uttan fyri húsið, har fleiri listaverk hava sítt fasta pláss. Har ber til at síggja keramisku súluna hjá Erik Nyholm (DK), skemtiligu seyðirnar hjá Bernhard Lipsøe (DK), kraftarmiklu steinmyndina hjá Tróndi Paturssyni  (FO), abstraktu betongmyndina hjá Ívari Vargarðssyni (IS), máttmikla grindadrápið hjá Hans Paula Olsen (FO) og organiska, fullfíggjaða sirkulin hjá Guðrið Poulsen (FO).  

Høvuðssalurin, Høllin, er ein altjóða viðurkend konserthøll við fyrsta floks ljós,- ljóð og filmsútgerð. 400 fólk kunnu sita í Høllini, men hølið kann eisini skapast til eina Stórhøll við at draga tær stóru hurðarnar inn til Klingruna frá. Í Stórhøll kunnu vera umleið 900 fólk. 

Klingran er eitt ljóst og vakurt høli viðbleytum og máttmiklumlinjum, sum snúgvasegrunt í rúminum og við avberagóðum útsýniyvirbýin. 

 

Dansistovan er full av søgu og søgum.  TanndárandiDansistovan  er bygd til føroyskan dans, og umveturin er føroyskurbarnadansurhvørjaviku. Hølið er eisini væl egnað til framsýningar, fundir, fyrilestrar, filmsýningar o.s.fr. 

Í Skálanum er arkitektururineinfaldur og klassiskur. Hølið er lagaligt og liðiligt og egnar seg til nógv ymiskt - frá ráðstevnum og stroyming til sjónleik og framsýningar.  

Norðurstova er eitt friðarligt rúm, har væl ber til at hugsavna seg. Hølið er ljóst og opið, men kanneisini myrkaleggjast og verðahugnaligt og inniligt 

Í Eysturstovu og Vesturstovuer møguleikifyribólkaarbeiði  og smærri fundum. 

Tilbygningurin, sum fevnir um Skálan, Norðurstovu, Eysturstovu og Vesturstovu, varð liðugur í 2008. 

Danska vinnugreinafelagið HORESTA hevur flokkað Norðurlandahúsið við 5 stjørnum sum ráðstevnudepil.     

 

Tað er ókeypis at vitja Norðurlandahúsið, men atgongumerki krevst til ymisk tiltøk. 

Upp aftur