04. juni 2019
Nordic Culture Camp 2019
Ert tú listafólk millum 18 og 25 ár og hevur tú hug at luttaka á spennandi norðurlendskari legu í Danmark frá 18. til 25. august 2019?
Nú hevur tú møguleikan!
Region Nordjylland bjóðar 14 ungum norðurlendskum listafólkum á ókeypis legu í sambandi við ”Kulturmødet”, sum er størsti festivalur í Danmark innan list, mentan og mentanarkjak.
Umsóknarfreistin er mánadagin 10. juni 2019.
Les meira her:
Samband: ncc@rn.dk.