02. november 2020

Melda tín film til Geytan 2021

Sjónligasta og best eydnaða tiltak, at varpa ljós á filmsgerð í Føroyum er Geytin, sum hevur verið eitt afturvendandi tiltak síðan 2012.

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 27. februar 2021, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðisløn, verða handaðar.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2021.

Tit melda tykkara film til við at senda video slóð til lidna filmin í telduposti til film@nlh.fo í seinasta lagi 6. januar.

Tá skulu tit eisini upplýsa:

  • Heiti og longd á filmi
  • Slag av filmi
  • Synopsis
  • Navn á leikstjóra
  • Teldupostadressu og telefonnummar hjá kontaktpersóni

Til ber at senda filmin við Vimeo URL (við download-møguleika) ella slóð til download (t.d. WeTransfer, DropBox, Google Drive). Minnist til at upplýsa øll loyniorð til download ella stroyming av filmi.

Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 6. januar 2021, eru hesi:

  • Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir
  • Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
  • Stuttfilmurin skal hava enskan undirtekst
  • Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum
  • Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 17. februar 2020
  • Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum 
    Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

Um tín film verur valt til vísing á filmskvøldið, skal filman vera klárir at vísa í einum av hesum formatum: DCP eller ProRes (H.264).

Upp aftur