30. september 2019

Línudansur, gykl, tónleikur og gamlar uppvørpur

Hóskvøldið 3. oktober verður finska palllistasýningin Portmanteau víst í Norðurlandahúsinum.


Eitt Portmanteau er ein málslig blanding av orðum, har partar av fleiri orðum og teirra merking verða sett saman til eitt nýtt orð. Á sama hátt sameinir tvørlistaliga sýningin Portmanteau ein dansara / línudansara, ein gyklara / listamann, ein tónleikara, ein ljóssniðgeva og gamlar uppvørpur. Orðið Portmanteau varð fyrstu ferð nýtt á hendan hátt í bókini “Through the looking glass” hjá Lewis Carrol, tá Humpty Dumpty greiðir frá tí at seta orð saman á ymsar hættir. Hann sigur soleiðis við Alice: “You see it’s like a portmanteau - there are two meanings packed up into one word”. Við at nýta hesa meginregluna í einum øðrum samanhangi, setir Portmanteau saman sirkus, dans, livandi tónleik og myndlist.

Við hondgjørdum myndatilfari, sum verður víst á veggir, gólv og kroppar, og vøkrum ljóðum av kontrabassi viðger sýningin sambond og samvirkni við inniligum løtum av møti og skilnaði. Ein spælandi longsul eftir tí gamla og nærverandi samspæl ímillum uppvørpurnar og tey framførandi eru við til at skapa ein ærligan og livandi visuellan heim.

Portmanteau ynskir at vekja kenslurnar hjá áhoyrarunum við at bjóða teimum at hyggja, merkja og uppliva.

Portmanteau er skapt av listafólkunum Mira Ravald og Luis Sartori Do Valo og hevur fingið 5 av 5 stjørnum frá ummælarum kring allan heimin. Lesandi fáa 50% í avsláttri av atgongumerkjaprísinum.

Upp aftur