27. januar 2020

FMA 2020

Kæri journalistur, konsert- og ella festivalfyriskipari og onnur. 

Hevur tú áhugað at skriva um føroyskan tónleik ella at seta føroyskan tónleik á skránna uttanlands ?

FMA, føroysku tónlistavirðislønirnar, bjóða útvaldum persónum, at koma til Føroyar vikuskiftið 7. mars 2020.

Høvuðskonsertin verður í Norðurlandahúsinum og eisini á øðrum spælistøðum í Tórshavn og aðrastaðni. Meira um hetta seinni.

Vit bjóða, saman við Atlantic Airways flogferð aftur og fram t.d. frá Bergen, Keypmannahavn, Billund, Reykjavík og Edinburgh. Gist verður á Hotel Hafnia i Tórshavn. Gestirnir fáa atgongd til allar konsertir í  “Spæl føroyskt vikuni”, møguleikar at netverka og nógvar upplivingar. 

Søk her

 

Upp aftur