27. juni 2019

Børn læra at spæla jazz.

Dámar tær tónleik og er tú 9 ella 10 ár ? Nú hevur tú møguleikan at læra at spæla jazz. Ein spennandi og nýggj verkstova verður í døgunum 27. juni og 28 juni 2019. Tað einasta sum krevst er, at tú tímir og vil læra. Tiltakið er bæði fyri gentur og dreingir.

Tú kanst søkja um at vera við á nlh@nlh.fo Freistin at melda til er mánadagin 24 juni 2019. Sig okkum hvat ljóðføri tú spælur.   

Lærari er norski Odd André Elveland sum m.a.  er kendur frá http://www.improbasen.no/ og www.kidsinjazz.com

Improbasen(NO)

Improbasen er eitt stað ella ein norsk førleikaverksstova í Oslo, sum er ætlað børnum og ungum, ið ynskja at læra meira um jazz og improvisatión. Verkstovan hevur megnað at skapa sín egna frálæruhátt. Talan er um hándverk og kveikjan av  skapandi evnum, sum aftur skulu føra við sær spæligleði og ans fyri tónleiki og tónlistarligum samskifti .  Les meira her  http://www.improbasen.no/

Upp aftur