10. september 2018

Norðurlandahúsið og Samskip rudda Føroyar

Norðurlandahúsið og Samskip hava í felag bjóða stóra umhvørvisátakinum Rudda Føroyar stuðul.


Leygardagin 15. september er altjóða ruddingardagur, og tá fara einstaklingar, húski og feløg út at rudda.


Norðurlendska samstarvið, sum Norðurlandahúsið er partur av, hevur viðtikið heimsmálini hjá ST ”Agenda 2030 for Sustainable Development”, og Norðurlandahúsið leggur stóran dent á at luttaka í, stuðla og skipa fyri átøkum og tiltøkum, sum stuðla hesum málunum. Í sambandi við Rudda Føroyar verður hetta gjørt fyrst og fremst við at starvsfólk við familjum fara út at rudda, og síðan við at Norðurlandahúsið letur høli o.a. til hátíðarhaldið, sum verður eftir ruddingardagin. Hátíðarhaldið verður í forhøllini leygarkvøldið kl. 20.00 og øll, sum hava ruddað, eru vælkomin.


Samskip, sum er stuðul hjá Norðurlandahúsinum, stuðlar somuleiðis átakinum við at læna Rudda Føroyar bingjur at savna ruskið í.


Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, sigur soleiðis um týdningin av Rudda Føroyar, og hví hesir báðir stovnarnir hava valt at luttaka:
”Eingin kann rudda alt, men øll kunnu rudda eitt sindur. Vit gleða okkum til ruddidagin og vóna, at so nógv sum gjørligt ynskja at ger sín part fyri at minka um mongdina av ruski og at vaksa um tilvitanina um ein av størstu umhvørvitrupulleikunum í okkara tíð – plast og rusk í náttúruni. Hesin dagurin er ein týdningarmikil markering, og vit vilja arbeiða fyri reinari Norðurlondum og einum reinari heimi. Vit hava eina felags ábyrgd fyri okkara nátturutilfeingi.”


Sum upphiting til ruddingardagin verður virðislønti filmurin ”Atlantic – bardagin um tilfeingið í sjónum” vístur í Norðurlandahúsinum týsdagin 11. september kl. 19.30. Filmurin fylgir trimum sjómonnum og familjum teirra í Írlandi, Noregi og Newfoundlandi. Við frásøgu frá Emmy-heiðursløn-vinnandi sjónleikaranum Brendan Gleeson fylgir Atlantic samfelagsgongdini í trimum smáum fiskivinnusamfeløgum har tey stríðast við at varðveita og verja sín livihátt ímóti alsamt vaksandi búskaparligum og umhvørvisligum hóttanum. Eisini verður prát við ein av fiskimonnunum, sum vitjar í sambandi við filmssýningina. Ókeypis atgongd.

Upp aftur