05. november 2018

Virðislønir Norðurlandaráðsins 2018

Auður Ava Ólafsdóttir, Bárður Oskarsson, Nils Henrik Asheim, Benedikt Erlingsson, Ólafur Egill Egilsson, Marianne Slot, Carine Leblanc, Per Ole Frederiksen, Pâviârak Jakobsen og Nette Levermann frá Naturressourcerådet í Attu fingu Virðisløn Norðurlandaráðsins í “Den Norske Opera & Ballett” í Oslo týskvøldið 30. oktober.

 

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Íslendski rithøvundin Auður Ava Ólafsdóttir fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018 fyri bókina Ör (Ar, Batzer & Co 2018, umsett hevur Erik Skyum-Nielsen).

Sí meira her: Vinder af Nordisk Råds litteraturpris 2018

 

Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Bárður Oskarsson fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018 fyri myndabókina Træið (Træet, Forlagið Torgard, 2018, umsett hevur Hugin Eide).

Sí meira her: Vinder af Nordisk Råds børne- og ungdomslitteraturpris 2018

 

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Kona fer í stríð (Woman at War) fekk Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2018.

Leikstjóri: Benedikt Erlingsson,

Leikrit: Ólafur Egill Egilsson

Framleiðsla: Marianne Slot og Carine Leblanc

Sí meira her: Vinder af Nordisk Råds filmpris 2018

 

Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins

Nils Henrik Ashiem, Noreg,  hevur fyri verkið Muohta fingið Tónvirðisløn Norðurlandaráðseins 2018 – eitt tónlistastykki, sum er háaktuellt og samstundis tilvitað um sína søgu.

Nils Henrik Ashiem fekk virðislønina frá svensku songkvinnuni og tónasmiðinum, Sofia Jerberg, tá ið tónvirðisløn Norðurlandaráðsins var handað  í Oslo. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins skal vekja ans um skapan og útinnan av tónleiki á høgum, listarligum støði. Annað hvørt ár verður virðislønin latin einum bólki, og annað hvørt ár (sum í ár), verður virðislønin latin einum verki, sum ein núlivandi tónasmiður hevur gjørt.

Sí meira her: Vinder af Nordisk Råds musikpris 2018

 

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins

Per Ole Frederiksen, Pâviârak Jakobsen og Nette Levermann fingu vegna  “Naturressourcerådet” í Attu í Grønlandi handað Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2018

Sí meira her: Vinder af Nordisk Råds miljøpris 2018

 

Kelda/mynd: norden.org

 

Upp aftur