17. september 2018

Video Video

Veturin 2018-19 sýnir Norðurlandahúsið í Føroyum verk, sum tíggju framúrskarandi norðurlendsk videolistafólk hava latið úr hondum.

Orðið video hevur uppruna í tí latínska videre, ið merkir, “at síggja”. Øll verkini, vit fara at vísa í vetur, hava tað í felag, at tey snúgva seg um at síggja. Tó ikki einans um, hvat vit síggja, men hvussu vit síggja, um eygnabragdið, og um spælið í at síggja og verða sæddur. 

Videolistin tók seg upp í 1960-unum, tá videoútgerð gjørdist tøkari, bíligari og einfaldari at nýta. Um sama mundi fór myndlistaheimurin at leggja størri dent á hugmyndina handan verkið enn á listaverkið sum lut. Fleiri rák merktu videolistina frá byrjanini; serliga hetta, at list skuldi røkka fleiri fólkum, at fjølmentan, politikkur og list skuldu sameinast, og at einstaklingurin ikki skuldi vera í hásætið, men listin heldur skapast í samlagi; og so vildu fólk loysa listina frá marknaðarkreftunum. Video var listagreinin, sum megnaði alt. Og megnar tað enn. 

Tí síðan tá hevur hendan listin víst seg føra at káma mørkini millum ymsar listagreinar, sameina myndlist, performance, filmslist, dans, skurðmyndalist, tónleik, sjónleik og skaldskap. Hon megnar at finna nýggjar listabúnar og snið og leggja støðið undir royndir, ið fara um listamørk og skapa nýggjar tøkniligar og listaligar blendingar. Sum listagrein í tíð hevur videolistin víst, hvussu hon megnar at víðka um møguleikarnar í frásøgnum og spæla frítt við tíðarrøttum og ikki tíðarrøttum søgugongdum. Henda listin kann fanga tíðina, manipulera hana, spola hana aftur og strika hana. Hon kann samansjóða fortíð, nútíð og framtíð. Vit kunnu staðfesta, at videolistin ikki einans er eitt framúrskarandi amboð at seta spurningar við og um samleika, kropp, sál, politiskar skipanir og fjølmiðlar, men at hon eisini ber í sær møguleikan at deila svarini við heilt serligum beinleiðis og spontanum samskifti.

Tí fagna vit videolistini í vetur.

Upp aftur