26. november 2018

Stuðul til tey, ið arbeiða við inklusjón á lista- og mentanarøkinum

Í sambandi við eina norðurlendska mentanarverkætlan, sum Føroyar eru bodnar at taka lut í, verður nú høvi hjá teimum, sum arbeiða við mentan og list, at søkja um ferðastuðul og uppihald í einum av hinum Norðurlondunum.

Talan er um eina verkætlan við evninum “Inkluderandi mentanarlív í Norðurlondum”, ið snýr seg um mentanarlig tiltøk og átøk, ið hava til endamáls at integrera og inkludera tilflytarar og flóttafólk.

Ein liður í verkætanini er ferðastuðulsskipanin, har norðurlendsk listafólk, feløg, virki ella stovnar kunnu søkja um ferðastuðul. Talan kann eitt nú vera um áhugafeløg, einstøk listafólk, mentanarstovnar og privat feløg, ið virka á lista- og mentanarøkinum og sum ynskja at fáa samband við onnur, ið eisini arbeiða við inklusjón í mentan og list. Málið er at deila royndir og vitan, sum fólk og felagsskapir í ymsu londunum hvør sær hava gjørt sær - eitt nú um tiltøk og arbeiðshættir, ið kunnu fremja inklusjón og integrasjón.

Upp til tvey fólk kunnu fáa stuðul til ferð og uppihald í einum av hinum Norðurlondunum í upp til fimm dagar fyri at vitja eitt felag ella ein felagsskap - og soleiðis menna egnar førleikar og fáa samstarv í lag.

Verkætlanin er eitt av høvuðsátøkunum í sambandi við norska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Verkætlanin heldur á til og við 2019.

Tað er Kulturrådet í Noreg, ið stendur fyri verkætlanini.

Nærri kunning og umsóknarblað fæst á heimasíðuni Inkluderende kulturliv hjá norska Kulturrådet: https://www.kulturradet.no/inkluderende-norden

Í Føroyum fæst nærri kunning í Mentamálaráðnum, telefon 306500 ella á telduposti mmr@mmr.fo. Kontaktpersónur er Armgarð Weihe.

 

Mynd: Kilden Teater og Konserthus (Kjartan Bjelland)

Upp aftur