19. februar 2018

Ræðusøgur, familjustríð og gerandisrealisma á hvíta løriftið

Í døgunum 25. februar-3. mars vera filmsdagar í Norðurlandahúsinum, tá Tórshavn Film Festival (TÓFF) fer av bakkastokki. Filmfestivalurin fær fína vitjan av útlendskum leikstjórum, ið eru heiðraðir við alskyns virðislønum fyri filmar, ið eisini verða at síggja filmfestivalinum.

Høvi verður at hitta allar filmsstjórarnar í sambandi við sýningarnar.

Hlynur Pálmason hevur vunnið hópin av virðislønum fyri nógv rósta filmin Vinterbrødre, sum snýr seg um eitt familjustríð millum tveir brøður og eina aðra familju. Filmurin fer fram ein kaldan vetur í einum køldum arbeiðaraumhvørvi. Vinterbrøde byrjar festivalin við sýningini sunnudagin 25. februar 2018 kl. 19.30. Eftir sýningina verður samrøða millum leikstjóran og Jan Berg Jørgensen.

 

Finska Selma Vilhunen vann Norðurlendsku Filmsvirðislønina fyri filmin Little Wing, sum á ein ævintýrkendan hátt lýsir eitt stríð hjá einari einligari mammu. Við realistiska frásøgustíli fortelur Selma Vilhunen søguna um 12 ára gomlu Varpu, sum er í holt við at gerast vaksin, meðan mamma hennara hevur trupult við at gerast vaksin.

Little Wing verður sýndur mánadagin 26. februar 2018, kl. 19.30

 

Gabriel Tzafka hevur leikstjórnað ræðufilminum Thorn, sum Olaf Johannessen hevur ein berandi leiklut í. Filmurin snýr seg um eitt ungt nýgift par, sum fer á brúðarferð, ið brúðurin hevur lagt til rættis. Tað byrjar vakurt úti í donsku náttúruni, men skjótt broytist vakra umhvørvið til óndskap, hatur og harðskap. Thorn endar filmfestivalin hendan leygardagin við at leikstjórin saman við Olafi Johannessen bjóða vælkomin til sýningina leygardagin 3. mars kl. 17.

 

Óskar Thór Axelsson verður av ummælarum mettur sum ein av mest áhugaverdu filmsskaparum innan ræðufilmssjangruna. TóFF fer á festivalinum at sýna hansara nýggja film I remember you, ið fer fram í Íslandi. Sálarfrøðingurin Freyr pínist av minninum um sonin, sum fyri nøkrum árum síðani hvarv undir einum spæli av Krógva og blunda. Tá hann verður settur at kanna sjálvmorðið av einari eldri kvinnu, vísir málið seg at hava samband við Freyr.

Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina, sum endar festivalin leygarkvøldið 3. mars kl. 19.30.

 

Sí skránna HER

Upp aftur