13. juni 2019

Norðurlendskir Tónlistadagar 2020

Nordic Music Days 2020 cerða í Føroyum 24.-27. september og listafólk við tilknýti til norðurlendsku londini - Føroyar, Grønland, Ísland, Áland, Svøríki, Noreg, Finland og Danmark – eru vælkomin at senda uppskot til festivalskránna inn innan kategoriirnar niðanfyri, sum hvør sær hava ymsar treytir: 

1: hugskot til verk

2: Residency

3: hugskot til offstage 

Kuratortoymið handan festivalin ynskir at skapa ein fýra dagar langan festival, sum vísir margfeldni í nýggjum kompositiónstónleiki við eyka denti á framførslu og installatoriskum tónleiki umframt staðbundnari ljóðlist. Á festivalinum verður eisini ein filmsskrá, har m.a. filmar um tónaskøld og tónleik í norðurlondum vera við. 

Sí nærri kunning á https://nmdsubmission.org/  og/ella sí Call for ideas niðanfyri, sum tú ert sera vælkomin at deila við títt netverk. Somuleiðis hetta Facebook tiltakið 

 

Freistin at lata verk og hugskot inn er 11. september 2019

 

Call for ideas - EN

Call for ideas - DK

 

 

 

Kuratortoymið handan Nordic Music Days 2020 er Tine Louise Kortermand (DK), Gunnar Karel Másson (IS), Sunleif Rasmussen (FO) og Anne Boukris (DK) publikumskurator.

 

Nordic Music Days 2020 verða fyriskipaðir av Felagið Føroysk Tónaskøld og Dansk Komponistforening í samstarvi við Norðurlandahúsið.

 

Upp aftur