27. september 2017

Land í eygsjón: Scener ur ett äktenskap

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kunnu føroyingar uppliva eina røð av kendum svenskum sjónleikarum í Scener ur ett äktenskap eftir Ingmar Bergman. Leikurin er gestaleikur á Land í eygsjón, sum í ár heiðrar svenska mentan.


Stórsligna og væl fagnaða pallsetingin av Scener ur ett äktenskap við Uppsala
Stadsteater byggir á heimskendu sjónvarpsrøðina hjá Ingmar Bergman frá
1973, ið bæði elvdi til kjak og øsing, øking í hjúnaskilnaði og bíðirøðir hjá
familjuráðgevum. Scener ur ett äktenskap er ein leikur um makt, máttloysi,
kærleika, vinalag og sex. Hvussu sær hjúnabandið út eftir 10 ár, 20 ár og 30 ár?
Og heldur dreymurin um lívlangan kærleika?


Í nýggju pallsetingini hjá Eva Dahlman og Lehna Edwall eru seks leikarar, fleiri
teirra kendir frá filmi og sjónvarpi, eitt nú Dag Malmberg (Broen), Eva Fritjofson
(Fjällbackamorden) og Mikaela Ramel (Rederiet). Uppsetingin hevur fingið
framúr góð skoðsmál frá bæði áskoðarum og ummælarum í Svøríki.


Í sambandi við Scener ur ett äktenskap verður eisini eitt forkunnugt og ókeypis
tiltak fyri øll sjónleikaáhugað leygardagin kl. 17, har møguleiki er at hitta fólkini
handan leikin. Birna Heinesen, dramaturgur, fer at práta við Eva Dahlman,
leikstjóra, Petra Brylander, stjóra á Uppsala Stadsteater og Katja Sliwinski,
framleiðara, umframt onkrar av leikarunum.

 

Trailari fyri leikin: https://youtu.be/By_6bWk_Wpo

Prát við leikastjóra og scenograf: https://youtu.be/ZhhAVzKwfTw

Upp aftur