15. apríl 2019

Gleðiligar Páskir

Vælkomin í Norðurlandahúsið um páskirnar


Opið verður soleiðis:
Skírisdag 12.00-17.00
Páskaaftan 10.00-17.00
2. Páskadag 12.00-17.00
(Langafríggjadag og Páskadag er stongt).

Hóast Barnafestivalurin 2019 er liðugur, verður framsýningin "List, sum kann etast" verandi frammi eina tíð afturat. 

“List, sum kann etast”

Framsýning við verkum, sum eru skapt av pinkubørnum (5-11 mánaðir) saman við finsku listakvinnuni Mariku Tomu Kaipaninen. Á einum listaverkastaði málaðu børnini við máling, sum var gjørd burturúr grønmeti, frukt og øðrum rávørum. Børnini brúktu allar fimm sansirnar: Tey skuldu nerta við tilfarið, hyggja at tí, lukta, smakka og lurta.


Kafé SMAKKA
SMAKKA hevur eisini opið um páskini. SMAKKA bjóðar øllum páskagestunum eina spennandi, fjølbroytta og heilsugóða matskrá.


Vælkomin í Norðurlandahúsið

Upp aftur