01. januar 2019

FMA 2019

Kæri journalistur, konsert- og ella festivalfyriskipari og onnur. 

Hevur tú áhugað at skriva um føroyskan tónleik ella at seta føroyskan tónleik á skránna uttanlands ?

FMA, føroysku tónlistavirðislønirnar, ætlar at bjóða í minsta lagi 10 útvaldum persónum, at koma til Føroyar vikuskiftið 9. mars 2019.

Høvuðskonsertin verður í Norðurlandahúsinum og eisini á øðrum spælistøðum í Tórshavn og aðrastaðni. Meira um hetta seinni.

Vit bjóða, saman við Atlantic Airways flogferð aftur og fram t.d. frá Bergen, Keypmannahavn, Billund, Reykjavík og Edinburgh. Gist verður á Hotel Hafnia i Tórshavn. Gestirnir fáa atgongd til allar konsertir í  “Spæl føroyskt vikuni”, møguleikar at netverka og nógvar upplivingar. 

Dato: 7. til 9 mars 2019

Les meira

Upp aftur