19. november 2018

Bókadagar 2018

Í døgunum 23.-25. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

 

Nógv er á skránni. Sí bókadagaskránna og les meira um tiltøkini her

Vit bjóða millum annað: 

 

Heilivágur, spreingiknøttar, salt.

Ein dagur um skaldið Jóanes Nielsen, 40 ár eftir Trettanda mánaðin.

 

Bókhandlaravirðislønin

Vinningurin hesaferð er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við Sprotan. Vinnarin verður avdúkaður á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. november.

 

Lurtistova

Á Bókadøgunum fer Landsbókasavnið at varpa ljós á týdningin av ljóðbókum, umframt at stimbra lurtihugin hjá fólki.

 

Rit og rák á bókadøgum

Rit og rák luttekur við einari ørgrynnu av bókum, og nógv spennandi er á skrá alt vikuskiftið.

 

Vitja Bókaklubban á Bókadøgum

Bókaklubbin bjóðar tær inn í ein spennandi og stuttligan heim. Upplestur og ymisk tiltøk fyri børn alt vikuskiftið.

 

Millum lesigleði og lesivanar - lesivanakanningin og teir 20 min.

Bókadeildin skipar fyri fyrilestri um málmenning og lesing. 

 

Vencil, Gunnar og Ginsberg

  1. nummarið av Vencli verður lagt fram og vit heiðra týðingina hjá Gunnari Hoydal av yrkingini ”ÝL” eftir Allen Ginsberg. Bergur D. Hansen fer at tosa um týðingina, og so fer Hans Tórgarð at lesa hana upp. 

 

Barnasangbók Føroya

Á bókadøgunum fer Rigmor Dam at greiða frá um bókina; og tað kundi meiri enn so hent seg, at vit fara at hoyra vakrar barnaraddir syngja nakrar av sangunum.

 

Unreadable stories

Samrøður við tilflytarar úr Teilandi og Filipsoyggjum um bókmentir og tað glopp, ið kemur millum hugsanir og mál, tá ið flutt verður til land, har mál verður tosað, sum er øðrvísi enn títt móðurmál.

 

Livandi bók: Eg eri ein prinsessa

Kom og uppliv Eg eri ein prinsessa sum livandi bók. Søgan snýr seg um Katrina, sum finnur út av, at konan í barnagarðinum er ein heks, og at ein vandamikil uppvaskidreki er inni í stovuni.

 

Luddi og Lundisa

Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur. Í lundalandinum síggja tey nógv stuttligt og spennandi, og tey eru so forvitin. Hvat munnu tær finna uppá hesa ferð?

 

Føroyskar søgur á týskum

Verena Stössinger og Malan Marnersdóttir fara at tosa um bókmentaliga sambandið millum týskan og føroyskan skaldskap við høvuðsdenti á føroyskar bókmentir á týskum.

 

Føroyar – ein nýmótans tjóð verður fødd

Charlotte Langkilde sigur søguna um eina ógvusliga tíð, tá Føroyar, eftir at hava verið avbyrgdar í fleiri øldir, uppá fá ár umskaptust til eina nýmótans tjóð. 

 

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2018

Bergur D.Hansen er vertur fyri tríggjar rithøvundar, sum allir vórðu tilnevndir bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár:  Caroline Albertine Minor, Carl Frode Tiller og Jóanes Nielsen.

 

Meg minnist

Jóan Pauli Joensen, professari í siðsøgu, hevur samrøðu við rithøvundar um, hvussu ymiskar hendingar í lívinum og samfelagnum hava ávirkað teirra lív og ikki minst teirra yrki sum rithøvundar.

 

Orð og tónar

Sprotin skipar fyri einum hugnaligum Orð og tónar tiltaki.

 

Den Yderste Ø

Konsert: Yggdrasil v/Anniku Johannessen. Atgongumerkir á www.nlh.fo. Den Yderste Ø er fyrsta verk skrivað til tónleika- og listabólkin Yggdrasil.

 

Framsýning: Jóhan Martin Christiansen (FO)

Jóhan Martin  Christiansen arbeiðir mest við skurðmyndum og video, har hann kannar samanspælið millum, til dømis, hvussu tilfar er og hvussu tað kennist.

 

Video Video fyri børn

Í sambandi við bókadagarnar og framsýningina Video Video fáa børnini teirra heilt egna biograf í Norðurstovu.

 

Upp aftur