20. november 2017

Bókadagar 2017

Bókmentafagnaður

Í døgunum 24.-26. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

Les meira um øll tiltøkini her

Tak niður skránna her

Upp aftur