I forhøllini bjóðar kaféin, Systrar, feskan og vælsmakkandi mat alt árið.

Heimasíðan hjá Systrar

Í Systrar verður dentur lagdur á ta reinu natúrligu rávøruna og tann góða smakkin. Spennandi grønmeti, heimarørt pesto og humus, nýbakað breyð og bollar, sum verður bakað sama morgun og reinur og góður fiskur úr Føroyum. Heimabakaðar køkur og smákøkur og framúr kaffi, djús og annað afturvið.

Systrar leggur dent á vistfrøði, á burðardygga nýtslu av tilfeingi, endurnýtslu og at vísa ábyrgd fyri umhvørvinum.

  • Morgunmat við nýbakaðum bollum: Yrkadagar 9.00 - 11.00  
  • Dagsins rættur: Yrkadagar 12.00 - 14:00
  • Bronsj: Leygardag 10.00 - 14:00
  • Súpan: Sunnudag 12.00 - 17:00
Upp aftur