Høllin

  • Sitipláss: 404 fólk
  • Pallur: 17,8m x 7m

Høllin er ein altjóða viðurkend konserthøll við ljóð-, ljós- og filmsútgerð av høgari góðsku. Ein góðska, sum eisini er til staðar í øllum smálutum í Høllini, frá stólum til ljóðviðurskifti, og saman skapa allir hesir smálutir eina heilt serliga kenslu.

Høllin er staðið til tær stóru upplivingarnar. Nýggjárskonsertirnar, FMA og Geytin hoyra heima i Høllini. Her hava tignarlig fólk sum t.d. Bill Clinton verið. Kend listafólk eru vorðin heiðrað, og ógloymandi konsertupplivingar við heimskendum fólkum. Eitt nú Nigel Kennedy og Barbara Hendrix hava skapt áhuga.

400 fólk kunnu sita í Høllini, men hølið kann eisini umskapast til eina Stórhøll við at draga tær stóru hurðarnar inn til Klingruna frá. Í Stórhøll kunnu vera 800 fólk (standandi).

Leigupakkar til fundir o.l.

Leiga av Høllini 4 tímar – kr. 18.280 (harav 2.336 í mvg)
Íroknað duravørðar, parkering, ljós- og ljóðteknikarar og húsavørð

Leiga av Høllini 8 tímar – kr. 25.080 (harav 3.396 í mvg)
Íroknað duravørðar, parkering, ljós- og ljóðteknikarar og húsavørð

Um tygum ætla at leiga Høllina til eina konsert ber til at fáa ein vegleiðandi prís frá starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum.

Krøvini til konsertir eru sera ymisk og eisini prísirnir fyri leigu til slíkar.

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Konsertir
  • Film
  • Palllist
  • Ráðstevnur
  • Fyrilestrar
Útgerð
  • Flygel
  • Fyrstafloks ljóðútgerð
  • Fyrstafloks ljósútgerð
  • Biografvørpa
  • Stórskýggi
  • Telda til framløgur
  • Tráðleyst net
Les meira um tøkniliga útgerð
Upp aftur