Skálin

  • Sitipláss (flatt gólv): 165
  • Pallur: 9m x 4m
  • Gólv: 18m x 12m

Í Skálanum er arkitektururin einfaldur og klassiskur. Hetta hevur við sær, at hølið er sera lagaligt og liðiligt og kann vera innrættað upp á ymsar hættir.

Hølið er sum skapt til miðalstór tiltøk, ið rúma upp til 165 fólkum.

Har er góð tøknilig útgerð eftir tørvi, og góð ljós- og ljóðviðurskifti. Vesi eru nær við Skálan. Soleiðis livir Skálin upp til øll tey krøv, sum verða sett til eitt nýtímans ráðstevnuhøli. Skálin kann eisini brúkast til eina røð av ymsum sløgum av tiltøkum, eitt nú fundir, mentanartiltøk, fyrilestrar, filmsýningar, show-room, o.s.fr.

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Ráðstevnur
  • Fyrilestrar
  • Framsýningar
  • Palllist
  • Móttøkur
Útgerð
  • Ljóðútgerð
  • Ljósvørpa
  • Lørift
  • Telda til framløgur
  • Tráðleysar mikrofonir / headset
  • Tráðleyst net
Upp aftur