Norðurstova

  • Pláss fyri: 48

Glarmyndin Oyggjalandslagið hjá Tróndi Paturssyni sveimar vakurt og ljóðleyst í Norðurstovu. Her valdar friður og møguleiki fyri hugdýping. Norðurstova liggur í friðarliga partinum av Norðurlandahúsinum. Hølið er broytiligt og kann brúkast til nógv.

Norðurstova kann við síni røð av vindeygum vera ljós og kann lata seg upp móti umheiminum, ella hølið kann myrkaleggjast og kann verða hugnaligt og inniligt. Á henda hátt kunnu skapast ymisk hugløg til fyrilestrar, skeið, fundir, filmsýningar ella verkstovur, sum hølið er vælegnað til.

Úr Norðurstovu er beinleiðis atgongd til bæði Eystur- og Vesturstovu, so tað er møguleiki fyri bólkaarbeiði ella fleiri ymiskum tiltøkum í senn.

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Fundir
  • Fyrilestrar
  • Ráðstevnur
  • Verkstovur
  • Film
Útgerð
  • Ljóðútgerð
  • Ljósvørpa
  • Lørift
  • Telda til framløgur
  • Whiteboard
  • Flipover
  • DVD spælari
  • Tráðleyst net
Upp aftur