Klingran
- Sitipláss: 173
- Framsýningarveggur: 12m x 4m
Byggilistin í tí vakra hølinum Klingruni er eitt eindømi. Allir lutir rigga væl saman í eini hugtakandi heild: Ljósið, teir heitu litirnir, bleytar og máttmiklar linjur, sum snúgva seg runt í rúminum og eitt avbera gott útsýni yvir býin, fjørðin, Nólsoynna og tann stóri himmalin.
Klingran er skild sundur frá Forhøllini við einum stórum glasveggi, sum kann dragast frá, so at tey bæði hølini renna saman í eitt stórt, opið høli. Eisini er møguleiki fyri at lata upp veggin inn til Høllina, so at 900 fólk kunnu vera inni.