Forhøllin
- Kafé borð og stólar til 70 fólk
Forhøllin er hjartað í húsinum. Úr Forhøllini sleppur tú til hini rúmini og upplivingar í húsinum, og her kanst tú merkja virksemið í húsinum saman við anganum av nýbryggjaðum kaffi. Millum grønar plantur, norðurlendsk dagbløð og barnabøkur, er møguleiki fyri at slappa av, arbeiða ella eta eina vistfrøðiliga máltíð í ljósum og vøkrum umhvørvi.
Í Forhøllini møtast Norðanlondini í eini byggilistarligari heild, og Norðurlandahúsins samleiki verður borin fram við møblum úr Finnlandi, gróti úr Noregi, træ úr Svøríki, stáli og glasi úr Danmark og takkonstruktión úr Íslandi. Og ovast: Takið við føroyskum flagi.
Á hesum vegamóti finnur tú Matstaðið Tita, eina gávubúð og Móttøkuna, har starvsfólkini altíð eru til reiðar at hjálpa og vegleiða.
Møguleiki er at nýta Forhøllina til nógv ymisk tiltøk: Móttøkur, framsýningar, kafékonsertir, fyrilestrar og nógv onnur tiltøk, har Forhøllin skapar góðar karmar um tiltøkini.