Eysturstova
- Pláss fyri: 8 (best egnað til uml. 6 persónar)
Eysturstova er góð til smá tiltøk, fundir ella samrøður, har fólk vilja hava frið, ró og trúnað. Hølið eru ljóst og virkar væl, og kann verða innrættað eftir tørvi. Til ber eisini at nýta ta ljósu og rúmligu gongina til kaffisteðgir.