Dansistovan

  • Pláss fyri: 40
  • Loftshædd 2,7 m
  • Vestari langveggur: deildur í sektiónir á 2,6-2,8m
  • Eystari langveggur: 11m

Okkara hugnaliga Dansistova er full av søgu og søgum. Óteljandi dansir eru dansaðir í hesum høli. Halgimyndin Marrurnar hjá Williami Heinesen hevur vakt yvir øllum dansunum. Tann dárandi Dansistovan er bygd til føroyskan dans, og um veturin er føroyskur barnadansur í Dansistovuni hvørja viku. Men hølið hevur eisini fleiri aðrar møguleikar.

Tann eini endaveggurin í Dansistovuni er ein stórur glasveggur, sum bindur Forhøllina og Dansistovuna saman. Eitt forhang kann dragast fyri glasveggin. Tá glasveggurin er avbyrgdur, verður skaptur tryggleiki, hugni, myrkur og nærvera  í rúminum, og tá drigið er frá, kemur ljós, lív, opinleiki og samband við tann livandi arkitekturin í Norðurlandahúsinum. Tí egnar rúmið seg til nógv annað enn dans, eitt nú framsýningar, fundir, fyrilestrar og filmsýningar.

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Føroyskan dans
  • Framsýningar
  • Verkstovur
  • Fundir
Útgerð
  • Ljósvørpa
  • Lørift
  • Klaver
  • Tráðleyst net
Upp aftur