COVID-19

Vælkomin í Norðurlandahúsið. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin hjá gestum okkara er í hásæti. Vit fylgja sjálvandi tilmælunum og leiðreglunum frá landsmyndugleikunum og hava sett fleiri tiltøk í verk, so at vitjandi kunnu kenna seg trygg.

Takk fyri hjálpina at verja teg sjálvan og onnur.

Tiltøk
Vit savna ikki meira enn 100 fólk saman, og hava vit lagað øll hølini og inngongdir eftir, at 1 m frástøða kann haldast. Fyri eyka verju ert tú vælkomin at nýta masku. Heitt verður á øll um at fylgja skeltum og leiðreglum frá starvsfólkunum. Dyrnar lata upp í góðari tíð, so sleppast kann undan bíðiraði.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð. Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum um spurningar eru viðvíkjandi einum tiltaki, nlh@nlh.fo, tlf: 351 351

Kafe Systrar
Forhøllin er innrættað, so tað er frástøða millum borðini, og fyri at minka um smittuspjaðing er einki sjálvtøkuborð. Maturin verður bílagdur við diskin og verður settur á eitt reiðingarborð til heintingar. Viðmælt verður at nýta kort og ikki reiðan pening.

Tíðarrit, bløð, leikur o.s.v eru tikin burtur og verða ikki tøk komandi tíðina. Borðini í kaféini skulu ikki flytast uttan avtalu við starvsfólkið.

Bíleggið borð á tlf. 53 54 55 fyri at vera vís í at fáa borð.

Endurgjald fyri atgongumerkir
Hevur tú keypt atgongumerki, og ert tú í sóttarhaldi, eller hevur tú sjúkueyðkenni, biðja vit teg vinaliga vera heima. Um Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum, fært tú peningin endurrindaðan við at senda ein teldupost til nlh@nlh.fo við upplýsingum um navn á tiltaki, bókingarnummar og kontonummar.

Ansa eftir tær sjálvum og øðrum
Tá tú vitjar Norðurlandahúsið, mæla vit til at tú:

  • Heldur 1 m frástøðu til onnur
  • Avmarkar lógvatak og klemm
  • Vaskar tær um hendurnar og nýt hondsprittið við inngongdina og kafeina
  • Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar
  • Fylgir vegleiðing frá starvsfólki

Takk fyri at vera við at gera Norðurlandahúsið til eitt gott og trygt stað at vitja.

Vit fegnast at síggja teg.

Upp aftur