Norðurlandahúsið vísir støðugt margfeldi í norðurlendskari list gjøgnum tónleik, bókmentir, leiklist, film og myndlist. Hvørt ár eru meira enn 400 tiltøk, sum lýsa tey túsundvís av sjónarhornum, sum norðurlendsk list hevur at bjóða.

Norðurlendsk list bjóðar seg fram longu uttan fyri húsið, har fleiri listaverk hava sítt fasta pláss. Har ber til at síggja keramisku súluna hjá Erik Nyholm, skemtiligu seyðirnar hjá Bernhard Lipsøe, kraftarmiklu steinmyndina hjá Tróndi Patursson, abstraktu betongmyndina hjá Ívar Vargarðsson, máttmikla grindadrápið hjá Hans Paula Olsen og organiska, fullfíggjaða sirkulin hjá Guðrið Poulsen. Alt hetta sigur søguna um listina í Norðurlondum, og er ikki minst við til at bjóða listini av og at endurnýggja hana.

Upp aftur