Klingran

  • Sitipláss: 173
  • Framsýningarveggur: 12m x 4m

Byggilistin í tí vakra hølinum Klingruni er eitt eindømi. Allir lutir rigga væl saman í eini hugtakandi heild: Ljósið, teir heitu litirnir, bleytar og máttmiklar linjur, sum snúgva seg runt í rúminum og eitt avbera góðum útsýni yvir býin, fjørðin, Nólsoynna og tann stóri himmalin.

Klingran er skild sundur frá Forhøllini við einum stórum glasveggi, sum kann dragast frá, so at tey bæði hølini renna saman í eitt stórt, opið høli. Eisini er møguleiki  fyri at lata upp veggin inn til Høllina, so at  900 menniskjur kunnu vera inni.

Leiguprísur 4 tímar ella styttri    3.540 kr. (íroknað 1 duravørð) – uttan tøkni og parkering

Leiguprísur meira enn 4 tímar    4.780 kr. (íroknað 1 duravørð) – uttan tøkni og parkering

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Konsertir
  • Framsýningar
  • Upplestur
  • Verkstovur
Útgerð
  • Flygel
  • Ljóðútgerð
  • Tráðleyst net
Upp aftur