Forhøllin

  • Kafé borð og stólar til 70 fólk

Forhøllin er hjartað í húsinum. Úr Forhøllini sleppur tú til hini rúmini í húsinum og upplivingar í húsinum, og her kanst tú merkja virksemið í húsinum saman við anganum av nýbryggjaðum kaffi. Millum grønar plantur, norðurlendsk dagbløð og barnabøkur, er møguleiki fyri at slappa av, arbeiða ella eta eina vistfrøðiliga máltíð í ljósum og vøkrum umhvørvi.

Í Forhøllini møtast Norðanlondini í eini byggilistarligari heild, og Norðurlandahúsins samleiki verður borin fram við møblum úr Finnlandi, gróti úr Noregi, træ úr Svøríki, stáli og glasi úr Danmark og takkonstruktión úr Íslandi. Og ovast: Takið við føroyskum flagi.

Á hesum vegamóti finnur tú vistfrøðiligu kaffistovuna Smakka, eina gávubúð við góðum úrvali av føroyskum listahandverki og Møttøkuna, har starvsfólkini altíð eru til reiðar at hjálpa og vegleiða.

Møguleiki er at nýta Forhøllina til nógv ymisk tiltøk: Móttøkur, framsýningar, kafékonsertir, fyrilestrar og nógv onnur tiltøk, har Forhøllin skapar góðar karmar um tiltøkini.

Leiga hølið
Vælegnað til
  • Kafétiltøk
  • Framsýningar
  • Móttøkur
Útgerð
  • Ljóðútgerð
  • Framsýningarveggir
  • Tráðleyst internet
Upp aftur