Hvussu ansa vit betur eftir náttúruni og jørð okkara? Tú kanst gera mun! 

Komið við á barnafestivalin FRÍTT FLOG, har børn og foreldur fara at læra eitt sindur um burðardygd og um, hvussu vit betur kunnu fara við jørð okkara.

Vit fara at sáa, læra, hvussu ruskið skal skiljast, byggja høsnarhús, síggja tól, sum kunnu bjarga heiminum, fara á ævintýraferð við Lods Hans og nógv annað.

FRÍTT FLOG bjóðar verkstovur, sjónleik við tónleiki, framsýning, upplestur og mangt annað. Øll tiltøkini til FRÍTT FLOG taka støði í burðardygd. Tey børn, ið hava verið til øll tiltøkini á festivalinum, fáa eitt prógv, sum sigur, at tey nú eru útbúnir jarðarverjar.

Festivalurin er í tveir dagar, 13.-14. apríl frá kl. 10 til kl. 15. Tú kanst keypa atgongumerki til annaðhvørt 13. ella 14. apríl. Við atgongumerkinum sleppur tú til øll tiltøkini á degnum.

Aldursbólkur: 3-12 ár við foreldrum (Øll familjan er vælkomin. Vit hava eitt nú eitt rúm til pinkubørn, har foreldur kunnu fara til síðis við teimum smæstu, um tey hava hug til tess).

Gevið gætur! Avmarkað pláss er til tiltøkini. Flestu tiltøkini eru fleiri ferðir hvønn dag fyri at tryggja so nógvum sum gjørligt atgongd til tiltøkini. Um t.d. einki pláss er eftir á einari verkstovu, kanst tú fara til eina aðra verkstovu, og síðani fara aftur til ta fyrru, tá hon byrjar aftur næstu ferð.

Tað er bæði stuttligt og áhugavert at læra at ansa eftir jørð okkara. Vit gleða okkum at síggja tykkum á festivalinum.

Keyp atgongumerki

Ein serlig skrá er til skúlar og dagstovnar.

  • {{item.dateFromSplit[0]}} {{item.dateFromSplit[1]}} {{item.dateFromSplit[2]}}
    - {{item.dateToSplit[0]}} {{item.dateToSplit[1]}} {{item.dateToSplit[2]}}
    {{item.status}}
    {{item.dateFromSplit[1]}}. {{item.dateFromSplit[2]}} {{item.dateFromSplit[4]}}, Kl {{item.displayTime}}, {{item.place[0]}}
    {{item.name}}
    {{item.description}}
    {{item.priceButton}}
    {{item.ctaButtonText}}
Vís fleiri tiltøk



Einki úrslit





Upp aftur