03. november 2023

Open call: Kunnu vit fáa gomlu og brúktu tannbustina hjá tær?

Kunnu vit fáa gomlu og brúktu tannbustina hjá tær?

Jú, tað var rætt, sum tú las. Vit vilja fegin fáa gomlu tannbustina hjá tær. Eisini skrovbeinið og kjálkabeinið á seyði, um tú liggur inni við slíkum.

Hetta er í sambandi við komandi summarframsýning.

Týsku-svensku listamenninir, Sebastian og Christoph Mügge, sum skulu seta summarframsýningina 2024 upp, ætla sær at fylla Skálan við einum risastórum listaverki við m.ø. skrovbeini og kjálkabeini frá seyði og gomlum tannbustum.

Teir biðja tí teg um at hjálpa sær. Um tú hevur eina gamla tannbust liggjandi ella eitt skrovbein (bæði kjálkabein, hálv og heil skrovbein), ert tú vælkomin at lata hetta inn til móttøkuna í Norðurlandahúsinum.

Vit taka ímóti lutum í upplatingartíðini frá 15. novembur 2023 til 26. mai 2024.

GG! Seyðabeinini mugu vera rein og kókað, áðrenn tey verða latin inn, hetta so vit sleppa undan roti og óneyðugum skaðadjórum á goymsluni, har tey vera liggjandi fram til komandi summar.

Stóra takk fyri!

Niðanfyri síggjast myndir frá einari framsýning, sum Sebastian og Christoph Mügge fyrr hava havt. Vit gleða okkum at síggja, hvat teir finna uppá í Norðurlandahúsinum😊

Upp aftur