Samstarvsmøguleikar
Endamálið við Norðurlandahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroyar og at fáa føroyska mentan til onnur norðurlond umframt at stuðla føroyskari mentan.

Fleiri av av okkara stóru tiltøkum eru sonevnd samstarvstiltøk,  sum verða  fyriskipað saman við øðrum feløgum ella privatpersónum.  Nevnast kunnu t.d. Nýggjárskonsertin, Føroysku Tónlistavirðislønirnar (FMA), Bókadagar, Vetrarjazzur, Summartónar, Sangleikirnir hjá Rútmiska Kórinum í Hoydølum,  Fimleikafagnaður, Lusiukonsertin, Tónleikarar áveg, Ung í Føroyum og eisini fleiri útgávukonsertir hava verið fyriskipaðar sum samstarvsverkætlanir.

Viðhvørt er tað Norðurlandahúsið sum er høvuðsfyriskipari eitt nú til "Land í eygsjón", Summarframsýningin, Barnafestivalurin o.o.  

Hølini verða ofta útleigað til ymisk tiltøk. Her kann verða talan um privat ella almenn tiltøk har Norðurlandahúsið veitir ávísar tænastur ímóti gjaldi fyri leigu og tænastur.

Norðurlandahúsið er ofta ein partur av einari størri verkætlan ella átaki t.d. Loftbrúnni, sum er skipað saman við Mentmálaráðnum, Tórshavnar Kommunu og Atlantic Airways. Loftbrúgvin hevur til endamáls at stuðla føroyskum listafólkum at koma út um landoddarnar. 

Norðurlandahúsið er eisini partur av t.d. Bókadøgum saman við Rithøvundafelagnum og fleiri.

Øll eru vælkomin at seta seg í samband við Norðurlandahúsið við hugskotum um komandi samstarv.

 

Upp aftur