01. mars 2017

Skráin til Barnafestivalin 2017 er klár

Barnafestivalurin 2017 verður í Norðurlandahúsinum 1.-9. apríl.

Hvørt ár bjóðar Norðurlandahúsið Føroya børnum og teirra vaksnu á festival. Í ár er onki undantak og skráin til vælumtókta Barnafestivalin er á tremur við spennandi tiltøkum fyri børn í øllum aldrum - heilt frá teimum allarminstu pinkubørnunum til teir (næstan) vaksnu tannáringarnar.

Á barnafestivalinum í ár vitja alskyns skepilsi. Frá lítlusystrum og gomlum sjógarpum til tikarar og skrímsl. Allar listagreinar eru umboðaðar og listafólkini koma úr øllum heraðshornum:

Úr okkara Norðurlendsku grannalondum vitja m.a. danska duoin Tigertræning, sum skipa fyri eini skemtiligari spælikonsert, og víðagitna norska Jo Strømgren kompagni, sum framføra forvitnitsligu søguna ”Kjøkkenet” um eina foreldraleysa gentu og ein gamlan sjómann. Eisini kemur ein stór og ómetaliga spennandi, samvirkin framsýning úr Íslandi, sum byggir á vældámdu søgurnar um Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl.

Stóra, mystiska skýmingarvilliniborgin ”Eitt ynski á ferð” kemur heilt úr Spaniu gátuføru gøtum. Tað er ein ferðaframførsla, har áskoðararnir saman fara á eina ævintýraferð fyri sansirnar. Villiniborgin er full av loyndarmálum, og farið verður í krókar av Norðurlandahúsinum, har næstan ongin hevur vitjað fyrr. Planeta 15 og Dagarnir 2016 framleiða ”Eitt ynski á ferð” í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Føroyar eru sjálvandi eisini væl umboðaðar við m.a. barnakonsertunum hjá Føroya Symfoniorkestri, sum hesaferð hava sjálvastu Eivør sum solist, pinkutónleiki við Jenny Old og vinnarunum av yngru bólkunum í tónleikakappingini Stella Polaris.
Børn eru okkara mest kreativu listafólk, og tí skal teirra list sjálvandi eisini vísast fram í Norðurlandahúsinum. Eitt av evnunum á barnafestivalinum hesaferð er “skrímsl”, og tað er sera forvitnisligt at vita, hvussu føroysk børn halda, at skrímsl síggja út. Tí eru øll børn boðin at lata eitt listaverk inn til heilt serligu framsýning ”Skrímslið hjá mær”, sum verður frammi allan barnafestivalin. Sí nærri kunning á nlh.fo

Sum nakað heilt nýtt verða barnsins rættindi sett í brennidepil. Skipað verður fyri verkstovum fyri tveimum skúlaflokkum, har børnini m.a. fara at læra um síni rættindi, um hvussu tey kunnu taka lut í dagsins samfelag og um teirra leiklut í einum fólkaræði.

Ein serlig skrá við ókeypis tilboðum er send øllum skúlum, dagstovnum og frítíðarskúlum kring landið.

 

 

Upp aftur