05. oktober 2017

Plakatkapping: Ver við til at mynda Ung í Føroyum 2018

Nú nærkast Ung í Føroyum 2018, har 60 ung fólk millum 13 og 18 ár hittast tríggjar dagar í Norðurlandahúsinum. Tey fara at arbeiða innan nógvar ymiskar listagreinir undir leiðslu av kønumlistafólkum innan m.a. tónleik, sjónleik, myndlist og dans, og okkum tørvar eina plakat, ið myndar hetta tiltak.

Ert tú undir 25 ár, og hevur onkur minni frá Ung í Føroyum, ella ert tú ein kreativ sál, ið hevur hug at gera eina feita ungdómsplakat, ið myndar ungdóm og kreativitet – also Ung í Føroyum 2018, so kanst tú senda títt uppskot til okkum. Uppskotini skulu verða inni í seinasta lagið 22. oktober 2017 á midnátt.

Send uppskot til uif@nlh.fo.

Vinnarin sleppur at velja egið listatilfar fyri 2000 kr!

 

Á plakatini skal hetta vera:

Tekstur:

Ung í Føroyum 2018

í Norðurlandahúsinum

16. - 18. februar

 

Kravt myndatilfar: 

Búmerki hjá Ung í Føroyum

Búmerki hjá Norðurlandahúsinum í Føroyum

Havast skal eisini í huga, at pláss skal vera fyrimøguligum sponsorum á plakatini.

 

Tak niður búmerki HER og HER

 

Upp aftur