22. mars 2017

Nú kunnu listafólk søkja um luttøku í Listaleypinum 2017-1

Tíðindaskriv, 28. Feb. 2017 frá Listaleypinum

Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Kommunufelagið og Listasamband Føroya skipa fyri. Endamálið er at geva fólkaskúlanæmingum og forskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.

Talan er um alla yrkislist, sum kann framførast úti á forskúlum og skúlum kring alt landið: Orð, bókmentir, pallist, tónleik, byggilist, dans, installations-list, ljós og ljóð, filmslist, video, nýcirkus, clowning, keipuleik, myndlist, foto – umframt allar aðrar greinar,  hjágreinar og tvørgreinar av list. Einasta treyt er, at listin kann upplivast úti á skúlunum, har næmingar og lærarar hava sín gerandisdag.

 

Umsóknarrundan fyri skúlaárið 2017-18 opin

Listafólk úr Føroyum og útheiminum hava møguleika at søkja Listaleypin fram til 15. Apríl 2017. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur síðani út, hvørji tilboð verða boðin skúlunum, tá skúlaárið byrjar. Millum 12- 15 verkætlanir verða valdar og hvør einstaka av hesum vitjar millum 5 til 10 skúlar kring landið. Oftani verður ein verkstova knýtt at framførsluni, soleiðis at næmingarnir sjálvir sleppa at royna seg í hesi listagrein. Dentur verður lagdur á at røkka ymsum aldursbólkum og at spjaða listavitjaninar um alt landið, umframt at tilboðini eru fjølbroytt. Tær vitjanir og framsýningar, ið Listaleypurin bjóðar, eru ókeypis hjá skúlum í luttakandi kommununum. Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið bera allan kostnaðin. Tá skúlaárið byrjar fáa allir skúlar í Føroyum ein faldara við tilboðum, sum tey kunnu velja sær burturúr.

 

Økislistafólk – næmingarnar sleppa inn í listarligu tilgongdina.

Umframt listavitjanir og verkstovur sum eru ein dag, er eisini møguligt at fáa vitjan av einum listafólki í fleiri umførum og harvið koma eitt sindur tættari at listini og tí skapandi tilgongdini. Tvey listafólk verða vald sum økislistafólk og koma á vitjan á útvaldum skúlum einaferð um vikuna í ein heilan mánað ella í longri tíðarskeið, alt í samráð við skúlan.

Sí listaleypa úrvalið frá Listaleypinum fyri skúlaárið 2016-17 á heimasíðuni: www.listaleypurin.fo

Har er eisini teldutøka umsóknarskjalið at finna. Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar søkja teldutøkt og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið. Listaleypurin velur skúlarnar, talið av vitjanum og avtalar framsýningartíð í samráði við skúlar og listafólk.

Listaleypurin vónar, at nógv listafólk søkja hendan møguleikan at bjóða sína list út á skúlar og forskúlar í Føroyum.

 

Meira kunning fæst frá Listaleypinum:

Gunnvá Zacharisen, verkætlanarleiðara

Tlf. 210125 – T-post: listaleypurin@listaleypurin.fo

Upp aftur