18. januar 2018

Níggju stuttfilmar eru í uppskoti um Geytan

Í ár eru 9 føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina


Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin, sum nú er á 30 000 kr., og sum BankNordik letur og Áskoðaravirðislønin sum nú er á 25 000 kr., og sum Tórshavnar Kommuna letur, verða handaðar. Geytin verður byrjunarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð.


Vit fara at møta: Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit, ein kvinna og ein maður, sum verða rivin við í stemninginum, tá kvinnan roynir skógvar, Poul Kristian Henriksen á einum útróðrartúri, Hamferð, Harald og Fríða, Maðurin við blæuni, ein hobbyastronomur, svartir hundar og ein ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni.


Við í kappingini eru:
Myndamálarin. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal.
111 góðir dagar. Leikstjóri: Trygvi Danielsen.
Skóhorn(y). Leikstjóri: Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal.
Fisherman. Leikstjóri: Franklin Henriksen
Frosthvarv. Leikstjóri: Franklin Henriksen
Maðurin við Blæuni. Leikstjóri: Maria Tórgarð
Collision Course. Leikstjóri: Rói Davidsen
Sorte Hunde. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
Wünder Pitsa. Leikstjóri: Hanus Johannessen


Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í Grótinum , Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri.


Inger Smærup Sørensen

Verkætlanarleiðari / Project manager


Mobil: +298 224673
inger@nlh.fo

Upp aftur