30. oktober 2017

GEYTIN 2018 – freistin nærkast

Melda tín film til filmskvøldið

Norðurlandahúsið skipar aftur  fyri Geytanum leygarkvøldið 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin, sum Bank Nordik letur og Áskoðaravirðislønin, sum Tórshavnar Kommuna letur, verða handaðar. Geytin verður byrjunarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð.

Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Geytin 2018.

Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni.

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2018 er tann 5. desember 2017. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 5. januar 2018, eru hesi:

 

  • Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
  • Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
  • Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
  • Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2016.
  • Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.
  • Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella DnxHD.

 

Í filmsnevndini sita Birgir Kruse, form., Sif Gunnarsdóttir, Johnny í Grótinum, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen.

Upp aftur