24. apríl 2018

20 listafólk á Summarframsýningini VATN 2018

VATN

Norðurlendsk Salón

 

Inger Smærup Sørensen

Vatn bæði bindur og skilir okkum í Norðurlondum. Harumframt hevur vatn givið okkum eina ørgrynnu av symbolskum og formligum møguleikum í listasøguni. Frá tí ímyndaliga til tað úrtøkiliga. Frá sjómálningum til hugtakslig samtíðarverk.

Norðurlandahúsið í Føroyum hevur í sambandi við Summarframsýningina 2018 bjóðað øllum norðurlendskum og baltiskum myndlistafólkum at lata verk inn til framsýningina VATN – Norðurlendsk Salón, sum verður í tíðarskeiðnum 16. juni – 17. august 2018.

Allir myndlistamiðlar og snið eru vælkomin, men øll verkini skulu vera tengd at evninum vatn. Framsýningin gevur eitt boð uppá, hvussu listin í dag viðger hesa lívgevandi, men eisini týnandi  evnasambinding. Tað politiska, tað skaldsliga. Tað evnisliga, tað flótandi. Tað fornsagnarfrøðiliga, tað verkliga, tað fagurfrøðiliga. Øll sjónarhorn eru vælkomin.

Norðurlandahúsið í Føroyum er sera fegið fyri stóra áhugan, sum hevur verið for tiltakinum og eru  errin at kunna vísa verk frá stórum pørtum av Norðurlandum og Baltikum. Luttakandi listafólkini eru:

Andris Vītoliņš ( LV), Anja Carr (N), Catrin Andersson (S), Charlotte Binau (DK), Dorthe Lund (DK), Guðrún Öyahals (IS), Hansina Iversen (FO), Jens Dam Ziska (FO), Kristin Tårnes (N), Lasse Lecklin (FI), Line Solberg Dolmen (N), Nina Maria Kleivan (DK), Rannvá Holm Mortensen (FO), Søssa Jørgensen (N), Steinunn Gunnlaugsdóttir (IS), Terje Roalkvam (N), Tove Kommedal (N), Vappu Johansson (FI), Victoria Cleverby (S) og Voldemārs Johansons (LV)

Upp aftur